Vinna

Gøtunes kemur á Tvøroyri í morgin

...

2021-10-27 18:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gøtunes, sum hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, hevur sett kós heim, teir verða á Tvøroyri seinnapartin í morgin og sleppa framat at landa, tá ið liðugt er at landa Trónda í Gøtu. 

Gøtimes hevur 1.230 tons, tað er góð sild teir koma við, meðalvektin liggur um 360 gramm.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið er gott á leiðini, eisini rokna teir við góðum veðri á leiðini heim.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder