Vinna

Gøtunes er á veg á Tvøroyri

...

2021-12-18 20:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gøtunes, sum hevur roynt norðanfyri, er á veg á Tvøroyri við 900 tonsum av sild, sum teir landa til Varðan Pelagic. 

Gøtunes verður á Tvøroyri um 3-tíðina í nátt, tá verður liðugt at landa Trónda í Gøtu, so Gøtunes sleppir framat beint sum teir koma á Tvøroyri.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at sildafiskiskapurin í vetur hevur hilnast sera væl í føroyskum sjógvi.

Manningin á Gøtunes fer nú í jólaferiu.

Føroysku sildaskipini eru í kvøld stødd norðalaga í føroyskum sjógvi - á umleið 64.3N og 2,8V, har eru 5 føroysk skip - Jupiter, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Fagraberg og Ango - Birita er á veg norðureftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder