JN

Gott kvøld góðu sandavágsfólk og allir seinsummargestir

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, helt røðu í Sandavági í gjárskvøldi. Hon kann lesast her.

2021-09-12 08:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, helt røðu í Sandavági í gjárskvøldi. Hon kann lesast her.

----

Tað er mær ein stórur heiður at siga nøkur orð her í kvøld.

Og nei, eg eri hvørki føddur ella uppvaksin í Sandavági, men eg havi kortini eitt sterkt tilknýti til bygdina. Eg eri gott og væl hálvur sandavágsmaður ??? Steigafamiljuna havi eg í faðirætt og Jógvan Elias Thomsen í móðurætt. Tí eri eg í familju við bróðurpartin av Vágoynni.

Heilt frá barnsbeini av, havi eg kent meg sera væl her vesturi. ??ll vistu kanska/helst, hvør eg var, og prátaðu við meg, sum eg var ein av tykkara egnu.

***

Góðu tit øll

Hvussu var tað, hin ramsan ljóðaði um vestastu bygdirnar í Føroyum ?

???Sandavágs harrar,

Nesa knarrar,

Miðvágs darrar,

Slættanes spjað,

Víka ræ,

Sørvágs skról,

Bíggjar hól,

Gásadals tossar

og Mikines klossar???.

Fittlig er ramsan, einki brigsl, bara gjørd til skemtunar í einum brúdleypi fyri stórthundrað árum síðani ella meir. Fáur man ivast í, hvaðani yrkjarin var.JAt Vatnsoyrar ikki verða nevndar kemst av, at tær ikki vóru bygdar tá.

Tykkara oyggj er so framúr vøkur og onkunsvegna heimskend. Her er tað, vit taka land, tá vit koma loftvegis frá og síggja hesar høgu hæddir og brimbardu hólmar, flúrar og sker. Har er fagurgrøna Mykines, hin yndaði Múlafossur í Gásadali, tindarnar í Tindhólmi og hin huldukendi Trøllkonufingur hjá sandavágsmonnum í Steigafjøllum.

Hetta er natúr, ið vil nakað og eitt sindur aftrat. Oyggin er stutt og breið. Her eru fuglaberg, fagrir firðir, breiðir dalar, stór vøtn, høg fjøll og stórir slættar. Kann ein ynskja sær nakað betur av herligheitum ??? størstu vøtnini í landinum, størsta hólmin og ein heimskendan foss ? Jú, her vesturiiii hava tit nógv at taka av og ikki minst at fjálga um.

Krígstíðin hevði stóra ávirkan á lívið her vesturi ???Serliga høvdu konufólkini góðar dagar.

Um blandi frá krígstíðini hevur gjørt tykkum til tað framtakshugaða fólki, tit eru skal verða ósagt her í kvøld - Men eitt er víst, at framgongdin í oynni undir krígsárunum hevur skapt møguleikar heilt fram til nútíðina. Kríggið setti vágoynna á heimskortið, við flogvøllinum, ið við sínum samlaða virksemi er millum størstu arbeiðspláss í landinum.

-----------------

Frá barnsbeini minnist eg væl túrarnar Vestur, har eg vitjaði Edith-ommu, ið roykti stóra LUCCA sigar, og so líka inn á gólvið hjá Vestmanna Joen Jakku, ið var ommubeiggi mín av Thomsen ættini.

-----------------

Eg havi altíð hildið tað er nakað tignarligt og harrakent yvir hesi bygd.

Sandavágur er ein sera vøkur bygd, men vakurleikin einsamallur hevði ikki munað nógv, um her ikki eisini búði eitt ágrýtið fólk, sum dugdi at lofta og brúka teir møguleikar, sum tóku seg upp.

Eitt virkið vinnulív hevur altíð verið í Sandavági. Tíðliga í farnu øld fór nógv saltfiskaarbeiði fram her. Fiskastykkini vóru fullsett av fyrsta floks fiski, ið varð turkaður til útflutnings til miðalhavslondini.

Og hvat ger man so í Sandavági, tá goymslurnar í pakkhúsinum einki endamál høvdu longur?

Jú, kveikti lív í aftur søguliga partin harúti á fiskastykkinum og pakkhúsinum úti í Gjógv við eini væl etableraðari matstovu, ið einki stendur aftanfyri tær mest royndu og eftirspurdu.

Dagførda matstovan stendur har úti í søguliga vinnulívsumhvørvinum, har hvør rim, bjálki og loftsúla siga frá ídni og fyritakssemi í bygdini. Í orðum, myndum og lutum fáa vit eina hilling av, hvussu arbeiðið er farið fram.

Og sjálvandi hevur man hangandi á bróstinum heiðursskjal um væl hagreiddan saltfisk frá móttakaranum í Suðurspania. Saltfiskavinnan við útflutningi fyri hundrað árum síðani er virðilig søga um virkisfýsni og vinning.

Jú, tað er vorðið trongligt úti á Bakka og har um vegir, síðani hetta ???sandavágsblídnið??? úti í Gjógv læt upp. Tú kennir saltfiskarákan í durinum og fært kensluna av, at fólkið her tók við nýggju tíðini við íblástri og útsýni, tá tað gamla fór og aðrar vinnur tóku seg upp.

***

Sambandi millum heimbygdina Vestmanna og Sandavág hevur altíð verið framúr. Vágoyggin og Vestmanna mynda jú VesturFøroyar. Søguliga silgdi postbáturin ??lavur bæði fólk og fæ millum oyggjarnar, seinni komu meira framkomnar bilferjur.

Og hvør minnist ikki, at vit skiftust um Vestanstevnuna fjórða hvørt ár?

Nógv broyttist við Undirsjóvartunlinum fyrst í øldini.

Men góða samstarvið í ítróttini hevur tíbetur hildið fram. Í fótbóltinum hava tit nýtt gott av nógvum vestmenningum, meðan vit í hondbóltinum hava havt ágóðan av nógvum spælararum úr Vágum.

Hóast broytingar er sambandið framvegis sterkt.

Í Vestmanna bleiv meira friðarligt, tí náttúrliga ferðslan og mongu vágafólkini, sum komu á vitjan, minkaði munandi ??? Men í Vágum kom enn meir lív í, enn meir ferðsla til og frá flogvøllinum ??? Og við vaksandi ferðavinnuni, eru útlit fyri enn meira traffiki um tykkara flogvøll.

***

Í Sandavági er gott at búgva. Sandavágsfólk eru errin av at vera úr móðurmálsins føðistaði, úr gamla høvuðsstaði Vága og søgubygdini fram um aðrar.

Tykkum fall so mangt munagott í lut. Vakrasta kirkja í landinum, siga summi. Samdur um hetta listarverk av eini kirkju, har so gott sum alt er gjørt av dúgligum, føroyskum handverkarum og listarfólki. Og sálma- og kórsangurin í Sandavági er so inniligur við eini heilt serligari, ljómfagrari urgu.

Annars veit eg, at fryntligir sandavágsungdómar altíð vóru væl umboðaðir á háskúlanum, bæði tá hann var í Føgrulíð og seinni í Havn. Og hesir bóru orð fyri at hava so ómetaliga vakra hondskrift.

Og eg haldi fram at rósa tykkum ??? tit hava fleiri ferðir fingið heiðurin at eiga best røktu bygd í landinum. Tað kemur ikki burtur úr ongum. Tað krevst bæði áræði og samanhald at røkka slíkan heiður.

Sandavágur eigur ikki færri enn tvey ymisk bókaverk um sína søgu. Har aðrar onga eiga, summar eina, eiga tit heilar tvær vællýstar og útgreinaðar bygdasøgur. Tað er vorðið sum!

***

Í ítrótti eru tit í Sandavági frammarliga á hvørjum ári. Í flogbóltinum eru tit so sera ágrýtin og kappingarhugað. Gott, tá eitt lítið bygdasamfelag savnast um eina ítróttargrein. Tí hava tit tey góðu úrslitini við framúr góðum og lokalum stuðlum.

Í kappróðri hevur sandavágsørnin alla mína tíð verði við í oddinum. Tær díkja á. Í betri deildini í fótbólti stríðast menninir manniliga. Vit vóna, tað vignast. Hondbólturin í yngru deildunum er málsøkin, so har spyrst helst okkurt gott burturúr sum frálíður.

Men í talvi skara tit her í bygdini framúr. Tað er ikki talvkapping, har tit ikki liggja í oddinum og bakka yvirhøvur ikki fyri alheims avbjóðingum.

Afturat øllum hesum, eiga tit eisini eitt av mest umtalaðu málinum í heimssøguni ??? Og vit við hesum vunnu okkum virðing í altjóða fótbólti.

Nakað, sum tit her vesturiii vóru óalmindiliga spent uppá, vóru tykkara menn í olympisku leikunum í Japan í summar. Tveir vágamenn, rógvarin Sverri Sandberg Nielsen og hondbóltsleikarin Jóhan á Plógv.

Sum tit plaga at siga: Eg veit ikki, men eitt veit eg: Hesir úrmælingarnir hava báðir sandavágsabbar og eitt sindur meir aftrat úr hesi bygd. Stirðil er bæði í teirra vøddum og æðrum.

***

Tit hava seinastu árini skipað fyri einum serliga sandavágsligum tiltaki ???Húsagongd, ið hevur fingið so ómetaliga góða umrøðu úti um landið. Hurðar standa upp á víðan vegg, og fólk koma ymsastaðni frá at hoyra tónleikaframførslur í hugnaligu stovunum í Sandavági.

Uppfinnsom sum tit eru, so verður alt riggað til, - húsalonir, garagur, hjallar og úthús. Kakuklíningarnir, ið eru tiltiknir hjá sandavágskonum, hvørva sum nýbakað breyð av borðdiskunum.

Jú, hjá tykkum at finna uppá - stendur ikki á.

Hetta vikuskifti standa so seinasummardagarnir fyri tørni. Og hugflogið er í topp: Saunagos, flammingobátakapping, seyðamansrenning og telefonspurnarkapping eru millum mongu áhugaverdu tiltøkini hesar dagarnar!

***

Eg fari við hesum at ynskja tykkum øllum eitt framhaldandi gott kvøld við heilsuberandi framtíðarútlitum fyri alla bygdina og alla oynna við. Takk fyri løtuna, har eg fekk orðið.

Var tað sum onkuntíð, hevði eg havt stuttan tein niðan á løgmansgarðin á Steig. Men neyvan hevði hin lóggevandi har uppi tikið av at staðið her í kvøld og ???reypað??? eitt sindur. Hetta frálíka høvið líkaðimærvæl.

Takk fyri og framhaldandi góðar seinsummardagar!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder