2015-04-06 14:40
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin sigla inn fullir undir lúkurnar. Teir skulu landa á Toftum kl. 14 í dag. Gulllaksurin verður so koyrdur til Leirvíkar, har hann verður virkaður á Tavuni.
Gulllaksalastin hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum er tann fyrsta í ár, teir hava roynt sunnanfyri, har hini gulllaksaskipini eisini royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald