JN

Góði Jógvan Philbrow

...

2018-09-21 09:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havi sitið og lisið títt seinasta lesarabræv. Og eg havið eisini lisið granskingina hjá Nobelvirðislønta búskaparfrøðingurin James J. Heckman. Hetta hóðast Hjálparfólkafelagið ikki var vitandi um ráðstevuna hjá kommunufelagnum.

Kanska vit áttu at verði boðin við næstuferð.

Eg haldi sum tú, granskingina hjá James verða serstakliga áhugaverda.Og eiga sum samfelag, at miða ímóti at hjálpa har hjálpin gerð mest samfelagsnyttu.

Men eg má líka viðmerkja, at tú ikki heilt skilur boðskapin hjá James. Hann skipar ikki til øll børn, men til børn úr útsettum ella útfordraðum familijum. Og ikki sum tú sigur,???vísir í sínari gransking á, at dagstovnar við høgari góðsku til børn í 0 til 5 ára aldur geva størsta samfelagsliga avkastið.???

Hann vísir á, at um vit í 0 til 5 ára aldur hjálpa hesun børnum, sum eru úr útsettum ella útfordraðum familijum, hevur tað stóra samfelagsgagnliga ávirkan. Í USA er hetta virði 13 % av hvørjum dollara investera í einstaka barnið. Hesu 13 % eru sæð ímun til útreislur hjá tí almenna seinnri í lívinum hjá barninum, og tann meir produktivitet barnið gevur samfelagnum sum vaksi. Og ikki sum tú sigur??? Í stuttum sigur hann, at fyri hvørja dollara-íløgu tú ger í eitt góðsku-tilboð til smábørn undir 5 ár aldur, so fær tú 13 dollarar aftur. Ein óhoyrd góð samfelagslig íløga í framtíðina hjá okkum øllum.???

Tað verður serliga víst til fatarnligu evnini og karakterin hjá barnininum, sum umráðandi evnir at styrkja. Men aftur, hetta er børn ið liva í útsettum og útfordraðum familijum.

Tú søknast eftir góðsku á tí námsfrøðiliga arbeiðinum. Eg haldi tú átti at útgreina nærri hvat tú meinar her. Er tað góðskan hjá námsfrøðinginum tú setur spurnartekin við, ella er tað góðskan hjá hjálparfólkinum tú heldur er ikki nøktandi. Ella meinar tú tað sum yvirorðna fyri stovnarnir, sum eina eind.

Persónliga kenni eg meg ikki aftur í hasun. Havið arbeitt undir leiðlsu av nógvun námsfrøðingum gjørnum ár og dag. Sjálvandi dugir onkur betri enn annar, men sum heild haldi eg støði verða høgt. Og havi altíð fingið holla vegleiðing. Eisini havi eg arbeitt saman vit hópin av hjálparfólkum. Felags fyri flest teirra er, at tey tíma og vilja arbeiða við børnum. Og við námsfrøðiligari vegleiðing, gerða tey øll eitt sera gott arbeiðið.

Einig í, at vit mugu tora at spyrja spurningar. Og í, at um vit sum samfelag støðugt villja menna okkum mugu vit gerða røttu íløgurnar.

Spurningurin er kanska um rætta íløgan er 400 námsfrøðingar?

Hjálparfólkafelagið

Maj-Britt Jacobsen, forkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder