Ítróttur

Góðar umstøður til dart og bogaskjóting

...

2013-12-07 21:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Bogaskjótifelagið VÁGASKOT og VÁGA DARTFELAG hava fingið sera góðar umstøður til bogaskjóting og dartspæl - í samband við tunnildsagin var opið hús hjá teimum í dag.

Tá umstøðurnar gerast betri sæst tað eisini aftur í luttøkuni, soleiðis er eisini hjá Vágaskot og Vága Dartfelag. Tað hevur ongantíð áður verið tann áhugi, sum nú vísir seg, søgdu teir báðir, Torfinn Hansen frá Vágaskot og Ragnar Jacobsen frá Vága Dartfelag, tá vit í dag løgdu leiðina framvið stásisligu hølunum í Miðvági.

Venjingartíðirnar hjá Vága Dartfelag eru týsdag og hósdag frá kl. 19-22, tað plaga at vera 10-15 dartspælarar til venjing, sigur formaðurin í Vága Dartfelag Ragnar Jacobsen.

Í Vágaskot er tað Jógvan Magnus Andreasen, sum tekur sær av venjingini, sigur Torfinn Hansen, Torfinn sigur, at áhugin er nógv øktur og nógv møta upp til venjingarnar - venjingartíðirnar hjá børnunum eru mánadag og týsdag frá kl. 18-20 og mikudag og hósdag frá kl. 19-20, so venja tey vaksnu aftaná segði Torfinn Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder