2019-08-01 18:46

Í gjáramorgunin fekk politiið eina fráboðan um, at ein útlendingur búði inni í húsinum á tjaldingarøkinum í Havn.
Tá politiið kom á staðið, fekk hann at vita, at hvørki hann ella nakar annar mátti búgva inni í húsinum og sostatt bert úti á tjaldingarøkinum.
Hetta var hann ikki vitandi um.
Trupuleikin bleiv loystur á tann hátt, at politistarnir koyrdu hann niðan í Skemmuna, har hann keypti sær eitt tjald.
Síðani bleiv hann koyrdur oman aftur á tjaldingarøkið, har politistarnir hjálptu honum at seta tjaldið upp.
Alt endaði við sátt og semju og øll vóru glað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald