JN

GLS-leiðsluráðstevnan 2019 - væl nøgdir luttakarar

...

2019-01-31 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vikuskiftið, 18-19 januar, var 11-ta GLS-Leiðsluráðstevnan hildin í Norðurlandahúsinum. Umleið 350 luttakarar, kvinnur og menn, frá øllum landinum møttu upp kl.08:00 báðar dagarnar og sótu til kl.16:00, meðan teir tóku inn av tí, sum 12 útvaldir fyrilestrarhaldarar høvdu at bera fram. Millum hesar vóru tær boðar føroysku kvinnurnar Tóra við Keldu og Hilda Viderø.

Stevnan byrjaði við, at nevndarformaðurin Stig Elttør beyð vælkomin og segði nøkur innleiðandi orð. Formaðurin viðmerkti, at tað verða 12 fyrilestrar í alt, og at luttøka verður við tveimum føroyskum fyrilestrarhaldarum, og hann legði afturat, at hetta eru met í føroyskum GLS-høpi. Formaðurin segði eisini, at afturmeldingar hava givið úttrykk fyri, at man ynskir luttøku við fleiri føroyskum fyrilestrum, og tí hevur man sett tveir á skránna í ár.

Luttakararnir fingu eitt arbeiðshefti, har allir fyriestrarhaldarnir eru skrásettir við navni og mynd, og ein stutt lýsing av viðkomandi. Eisini er eitt yvirlit yvir evni, sum viðkomandi skal røða yvir, og har er gott pláss til persónligar viðmerkingar, sum stevnuluttakararnir vórðu eggjaðir til at gera millum fyrilestrarnar.

T??RA við KELDU

Kl.15:00 fríggjadagin steig ein væl fyrireikað Tóra við Keldu fram á pallin, og hon legði ikki fingrarnar ímillum viðvíkjandi sínum egna breki. Tíðliga í fyrilestrinum tók hon nakað soleiðis til, ???at tungt merkir ikki, at tað ikki er meiningsfult!???

Tóra talaði søk teirra, sum bera brek, og var nógv inni á hvussu vit møta slíkum. Gjøgnumgangandi tónin var, at vit skula vera náttúrlig. Hon tók m.a. soleiðis til: ???Síggj meg sum eitt heilt menniskja fram um tað, sum tú møguliga annars leggur merki til!???

HILDA VIDER??

Leygardagurin byrjaði við Hildu Viderø, sum Jens Christian Olsen av Toftum hevði samrøðu við. Fleiri ferðir ígjøgnum samrøðuna undirstrikaðu áhoyrararnir við eini klappsalvu tað, sum Hilda legði fyri dagin.

Hilda segði, at hon longu sum smágenta í KFUM-K í Klaksvík var sannførd um, at hon skuldi til Afrika sum missionerur. Hetta tí, at teir nógvu útlendsku prædikumennirnir, sum vitjaðu í KFUM-K, talaðu so livandi um missiónsarbeiði m.a. í Afrika. Hilda greiddi m.a. frá felagsskapinum MIRJAM, sum hon saman við øðrum hevur stovnað til tess at hjálpa fátækum kvinnum í Afrika at gerast sjálvvirknar, so tær kunnu uppihalda familjuni. Hilda segði m.a. so: ???Hjálp eini kvinnu og tú hjálpir eini heilari bygd!???

??TTI

Tað var Amerikanski forsetin Franklin D. Roosevelt, sum undir Amerikanska valstríðnum í fátæku tríatiárunum, har flestu Amerikanarar vóru fyltir við ótta, valdi sær sum slagorð: ???Fear nothing, but the fear itself.??? Á føroyskum: ?????ttast einki uttan óttan sjálvan.??? Tað kann væl sigast um GLS-Leiðsluráðstevnuna í ár, at ein av reyðu tráðunum var ótti, tí flestu talararnir komu inn á tað oyðileggjandi ávirkan, sum ótti kann hava bæði á ein sjálvan og tey, sum ein skal leiða.

Afturvendandi boðskapurin til samkomuleiðarar og vinnulívsleiðarar var:

Ver opin, erligur og ektaður!

Vís óttaleyst dirvi!

Vís virðing fyri hinum kyninum!

Ver ein, sum verður elskaður og respekteraður!

Ver rættvísur! Ver blíður! Vís umsorgan!

Vís teimum, sum tú leiðir, at tey hava virði!

Vís fólki við fremmandari mentan virðing!

Ver ein hugkveikjari hjá teimum tú leiðir!

Síggj Jesus sum eina leiðarafyrimynd!

GLS 2020

Kl.16:00 fríggjadagin endaði GLS-leiðsluráðstevnan á hesum sinni, og longu tá høvdu fólk høvið at melda seg til GLS 2020. Kristiliga Tíðindasendingin hevði nevndarformannin Stig Elttør í telefonini týsdagin 22. januar, og hann segði, at longu nú eru yvir 200 tilmeldingar. Hetta er tað mesta nakrantíð, so fáar dagar eftir eina stevnu.

Stevnuleiðarar vóru Margareth Dalheim Djurhuus og Heri Kjærbo. Tey vóru eisini stevnuleiðarar á GLS 2018, og tey gjørdu sítt arbeiði eins væl í ár sum í fjør, og leiddu stevnuluttakararnar sera væl ígjøgnum allar fyrilestrarnar, og vóru góð til at hugkveikja til eftirhugsan eftir hvønn fyrilesturin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder