Hesaferð byrja vit við endanum. Tað er leygarkvøld - 15.08.15 - klokkan er 23.00 - og nógv fólk er á Gjónni. Í hesari løtu vórðu tey nýggju ljósini í Gjónni roynd. Tað var ein ávísur spenningur í luftini, tí hesi ljósini kunnu meira enn tey, ið hanga á teim ymisku steyrunum í bygdini. Umframt at veita "vanligt" ljós kunnu hesi eisini skifta yvir í eitt ljósspæl við øllum ælabogalitum. Tað var nevnliga ljósspælið, ið fjøldin á Gjónni vildi síggja, og ikki blivu tey svikin. Ljósspælið var sera vakurt, men tøkniligir smátrupulleikar - smærri stillingar og annað putl - tóku eitt sindur av broddinum. Tó vísti tann fyrsta royndin, at hetta fer at verða eitt spennandi ljósspæl. Fólk vóru væl nøgd, og onkur hevði á orði, at nakað vakurt verður hetta, tá ið landnyrðingur vísir seg frá síni ringastu síðu, tað skrivar www.bygdin.fo
Les meira HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald