
Hagstovan skrivar:
Í november 2021 vóru gistinæturnar knappliga 10.400 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23% samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4%) enn í 2019.
Í november í 2021 vóru 10.352 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru stívliga 1.900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2020. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Føroyingar og danir høvdu næstan javnt nógvar gistinætur á gistingarhúsunum í november - um 4.000 gistinætur. Talið av gistinætrum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark veksur nú aftur. Tað er meira enn tvífaldað í mun til november í 2020. Hóast tað manglar enn eitt sindur í, at koma upp á sama stig sum í 2019. Talið av gistnætrum hjá føroyingum minkaði hinvegin ein fjórðing av tí, sum tað var í november í 2020. Tó er talið nakað hægri enn í 2019.
Persónsgistinætur á gistingarhúsum
bústaðarland nov 2020 ??? nov 2021
november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | tal | % | |
Tilsamans | 8.423 | 10.352 | 1.929 | 23 |
Føroyar | 5.268 | 3.960 | -1.308 | -25 |
Danmark | 2.139 | 3.933 | 1.794 | 84 |
Onnur lond | 1.016 | 2.459 | 1.443 | 142 |
Innskrivingar
Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru slakar 4.500 í tali í november 2021, hetta er eitt vet minni enn í 2020.
Nú er talið av fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark farið at vaksa aftur og er tað meira enn trífaldað síðan november í 2020, hóast tað enn manglar eitt vet at koma upp á sama stig sum í 2019. Talið av føroyingum, ið gista á gistinarhusum, er fallið ein góðan fjórðing í mun til november í 2020, men tað er enn nakað hægri enn í 2019.
Innskrivingar á gistingarhúsum
bústaðarland nov 2020 ??? nov 2021
november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | tal | % | |
Tilsamans | 4.584 | 4.535 | -49 | -1 |
Føroyar | 3.658 | 2.607 | -1.051 | -29 |
Danmark | 733 | 1.269 | 536 | 73 |
Onnur lond | 193 | 659 | 466 | 241 |
Nýtslustig
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 35% av kømrunum vórðu brúkt í november, samanborið við 26% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 46%.
Í 2020 vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús lótu upp og onnur útbygd, og tí var rúm fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.
Gistingar og innskrivingar higartil fyri 2021
Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í november í 2020.
Gistingar á gistingarhúsum
Januar ??? november 2020/2021
januar ??? november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | tal | % | |
Persónsgistinætur | 89.053 | 166.986 | 77.933 | 87,5 |
Innskrivingar | 37.661 | 68.345 | 30.684 | 81,5 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald