2015-01-14 20:24
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Fyrrverandi Næraberg, ið varð avloystur seinast í 2014 er nú seldur av landinum.
Skipið, sum nú kallast Dirk Dirk er selt til felagið Seafish Tasmania Pelagic p/l í Tasmania í Avstralia, tað skrivar fiskur.fo.Hvat skipið er selt fyri veit fiskur.fo ikki.
Dirk Dirk varð keyptur til Føroyar í 2009, men í fjør valdu eigararnir at keypa sær eitt nýggjari og størri skip, ið skuldi avloysa Næraberg.
Dirk Dirk hevur ligið í Hollandi síðani nýggi Næraberg kom í føroyska flotan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald