Vinna

Gadus fer nýggjan túr leygarkvøldið

...

2015-03-06 19:40 Author image
placeholder

 Flakatrolarin Gadus, sum kom heim úr Barentshavinum fyri eini viku síðan við 750 tonsum av flaki, fer nýggjan túr í leygarkvøldið.

Veiðan frá seinasta túri er landað í Klaksvík.

Gadus fer aftur í Barentshavið, har teir fyrst fara at royna í norskum sjógvi.

Skipari hendan túrin verður Brandur Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder