Fyrstu vindmyllurnar í Húsahaga verða nú royndar á elnetinum. Komandi vikurnar verða hinar myllurnar so líðandi bundnar í netið
Fyrstu tvær vindmyllurnar í Húsahaga verða nú royndar á elnetinum, og næstu vikurnar verða hinar 11 myllurnar so líðandi bundnar í netið. Tað merkir, at tíðarætlanin heldur, og at vindmyllurnar væntandi verða settar í rakstur í seinnu helvt av september.
Í fyrstu atløgu eru vindmyllurnar knýttar upp í 60 kV linjuna millum Vestmanna og Havnina. Seinni verður streymurin frá myllunum leiddur beinleiðis inn á nýggju koplingarstøðina í Húsahaga og víðari út á 60 kV netið.
Koplingarstøðin skal eisini hýsa eini serstakari battarískipan, sum skal javna vindin, ið er ein óstøðug orkukelda, út áelkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting. Tvey ár eru sett av til at menna battarískipanina.
Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga fara at økja munandi um elframleiðsluna burtur úr varandi orkukeldum. Tá ið vindmyllulundin er tikin í nýtslu, verður árliga miðalframleiðslan úr vatni og vindi tilsamans umleið 60 prosent av allari elframleiðsluni.
SEV hevur keypt myllurnar frá týska vindmylluframleiðaranum, ENERCON, sum eisini setir vindmyllurnar upp.
Kelda: SEV.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald