2021-10-27 17:58

Bólkurin Ung og rúsur bjóðar til almennan fyrilestur á skúlanum á Giljanesi, har Jóhannes Miðskarð fer at leggja niðurstøður og viðmælir fram, út frá World Café´ini, sum var hildin 14. apríl í Sørvágs skúla.
Jóhannes Miðskarð fer eisini at tosa um, hvussu tann 13-18 ára gamli í dag kann lýsast. Sum framhald frá hesum kemur Miðskarð at geva uppskot til, hvat foreldur, og barna- og ungdómsstarvsfólk kunnu gera, fyri at stuðla undir eina jaliga menning hjá tí einstaka unga, sum verja ímóti rúsevnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald