Vinna

Fyrilestrarøð: Burðardygg matgerð í ferðavinnuni

...

2021-11-08 16:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ferðavinnan er ein drívmegi handan nýhugsan og menning innan mat og lokala framleiðslu. Soleiðis slóðar ferðavinnan fyri menningini av fleiri lokalum og harvið meiri burðardyggum loysnum innan matframleiðslu og -nýtslu. Hesi seinastu árini er tað eyðsæð, at tað er vaksandi matstovuvinnan, sum í stóran mun hevur staðið fyri nýhugsan av siðbundnum føroyskum mati eins væl og soleiðis eisini stuðla uppundir spírandi grønmetisframleiðsluna og øðrum landbúnaðarvørum í Føroyum.

Vit eru komin væl áleiðis, men vit eru somuleiðis sannførd um, at menningarmøguleikarnir eru nógv størri enn tað, vit síggja í dag.

Tí fer Visit Faroe Islands í samstarvi við Visit Tórshavn at taka væleydnaða táttin uppaftur frá í fjør við eini fyrilestrarøð í vetur, har vit seta sjóneykuna á ávíst evni. Í fjør var evnið ???talgild førleikamenning??? og í vetur fer fyrilestrarøðin at snúgva seg um burðardygga matgerð í ferðavinnuni.

Endamálið er at stimbra og kveikja vinnuna og nýggjar veitarar til ein burðardyggan hugburð til matgerð við føroyskum dygdarvørum.

Fyrsti fyrilesturin verður25. november kl. 13:00.Evnið verður ???Burðardygd og matoyðsl???.

Onnur evnið, ið verða tikin upp seinni, eru: staðbundnar matvørur, matmentan, matgerð og góða søgan v.m. Fyrilestrarnir eru ókeypis og verða kunngjørdir so hvørt á heimasíðuni hjáVist Faroe Islands. Sum partur av fyrilestrarøðini bjóðar Visit Faroe Islands eisini longri og styttri skeið innan burðardygga matgerð bíliga til fólk í ferðavinnuni. Skeiðini eru skipaði í samstarvi við Mat & Moldmentunarháskúlan á Sandi.

Fyrsta skeiðið ???Burðardygg matgerð og njótilsi - uttan matoyðsl!??? verður við Gutta Winther 15. ??? 19. november og kostar 1500 kr. ið er minni enn helvtin av vanliga kostnaðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder