JN

Fyribyrging av arbeiðsvanlukkum innan norðurlenska fiskiveiðu hevur virkað

...

2017-03-08 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv til fjølmiðlar,

Eg vil kunna um, at sum úrslit av eini norðurlendskari verkætlan (Føroyar, Ísland, Danmark, Norra og Finland) eg havi veri partur av, hava vit nú útgivið úrslitini í eini bók. Hendan er viðfest omanfyri, saman við tíðindarskrivinum, men kann eisini keypast sum pappír útgáva.

Kanningin sæst á: TemaNord, Nordisk Ministerråd:http://urn.kb.se/resolve?urn=urn:nbn:se:norden:org:diva-4764

Eg vil gera vart við, at um útgávan verður deild í miðlunum, so viðmæli eg,at tit brúka leinkjuna omanfyri. Hetta tryggjar millum annað, at tað er møguligt at fylgja spjaðingini av útgávuni á t.d. Twitter og Facebook (Altmetric score).

Sum viðmerking til tíðindaskrivið skal sigast, at tíðindarskrivið er umboðandi fyri samlaða norðurlendska úrslitið, men desverri, so eru tær meira alvorligur føroysku vanlukkurnar farnar uppaftur á tað sama sum tær vóru fyri 20 árum síðani, og eingin minking hevur verið innan føroyskar vanlukkur síðani 2003, um vit rokna uppá manndagar.

Ein samandráttur á donskum er aftast í bókini.

Vinarliga

Annbjørg á Høvdanum

Vinnusálarfrøðingur og PhD lesandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder