FSF: Føroyska Futsal-liðið vann 8-6 í fyrsta av trimum dystum móti Grønlandi, sum í hesum døgum verða spældir í Inussivik-høllini í Nuuk
Undan dystinum varð annars ikki væntað, at føroyingarnir fóru at gera stórvegis við grønlendingarnar, ið hava havt skipaðar Futsal-kappingar seinastu tvey árini. Men føroysku leikararnir vildu tað øðrvísi.
- Grønlendingarnir runnu nógv og vóru raskir, men eg haldi vit vóru betra liðið, og í løtum var stórur munur á liðunum. Santos var besti maður á føroyska liðnum, og við sínum framúr teknikki og góðu driblingum, fekk hann í løtum áskoðararnar í okkara part, sigur Alex Troleis um fyrsta Futsal-sigurin ímóti Grønlandi.
Brian Jacobsen skoraði trý mál fyri Føroyar, Alex Jose dos Santos og Alex Troleis gjørdu tvey mál í part, meðan liðskiparin á føroyska liðnum, Hanus Jacobsen skoraði eitt mál í 8-6 sigrinum ímóti Grønlandi.
Í Futsal er hvør hálvleikur 20 minuttir, tó verður tíðin steðgað, tá bólturin er uttanfyri linjurnar. Tí var lítið ið bendi á, at talan skuldi gerast um ein málríkan dyst, eftir 1-0 leiðsluni, ið føroyingarnir høvdu vunnið sær fyri steðgin.
Teir, ið byrjaðu á vøllinum fyri Føroyar, vóru Hallgrím G. Hansen, ið vardi málið, Alex Jose dos Santos, Eli Falkvard Nielsen, Brian Jacobsen og Hanus Jacobsen.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin skifti venjarin, Jens Erik Rasmussen allar leikararnar út, og tá komu Jákup Andrias Hansen, Jákup S. Olsen, Hákun Edmundsson, Monrad Holm Jacobsen og Alex Troleis á vøllin. Soleiðis varð eisini gjørt í seinna hálvleiki, og sigast má, at ætlanin hjá venjaranum riggaði til fulnar.
Næsti dystur millum Grønland og Føroyar verður spældur leygardagin, meðan triðji og seinasti dystur verður sunnudagin.
Sí hvat AG.GL skrivar: http://sermitsiaq.ag/billeder-laererigt-nederlag-faeroeerne
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald