
Í dag hevur verið fundur í Sandavági við løgmann, har vinnan í Vágum og Norðoggjum, borgarstjórar í Vágum og Klaksvík og umboð fyri politisku valfeløgini bæði í Vágum og Norðoyggjum vóru við á fundinum.
Nú Vágatunnilin er komin hartil, at hann er útgoldin, vilja vágafólk og norðingar, at tað verður hildið fast um gjørdar avtalur um báðar undirsjóartunnlarnar, t.v.s. at nú Vágatunnilin er útgoldin, skal landið yvirtaka tunnilin og tað sama, tá ið Norðoyartunnilin verður útgoldin um tvey ár.
Borgmeistarin í Vága Kommunu Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðaði vælkomin og greiddi frá málinum, síðan fekk Marius Dam, sum er samskipari fyri bólkin orðið, hann greiddi frá málinum frá byrjan til nú - aftaná høvdu umboð fyri vinnuna, bæði í Norðoyggjum og Vágum, orðið. Karten Hansen, sum var landsstýrismaður, í fíggjarmálum, tá ið tunnilin var samtyktur, kom við sera áhugaverdari frágreiðing.
Løgmaður fekk orðið seinast, hann greiddi frá tí politiska og juridiska í málinum - løgmaður segði, at arbeitt verður við, at finna eina loysn, sum skal gagna øllum samfelagnum, hann roknaði við, at okkurt ítøkiligt fór at koma fram í vár, men vísti samstundis á, at tað er Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum skal gera tað fyrireikandi arbeiði, fyri at fáa eina heildarloysn.
Eftir fundin kann sigast, at fólk hildu, at fundurin hevði verið góður, sjálvt um einki ítøkuligt kom burturúr í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald