FTZ-liðini hjá Kyndli og VÍF møttust í dag í Høllini á Hálsi, liðini leiktu javnleik 24-24, eftir at VÍF førdi 15-10 í hálvleikinum.
Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini til hálvleikurin var hálvrunnin - støðan 6-8 - tað stoppaði upp hjá Kyndli og VÍF rann avstað, í 24. minutti var støðan 7-14 til VÍF og tá ið farið var til hálvleiks, vísti máltalvan 10-15 til VÍF og tað sá út til at dysturin var avgjørdur.
Kyndil kom sum hamskift til seinna hálvleik, eftir at 13 minuttir vóru leiktir var javnleikur 17-17, liðini kempaðu óført og fylgdust restina av dystinum, seinasta møguleika at vinna dystin hevði VÍF - men úrslitið gjørdist javnleikur 24-24.
Fyri Kyndil var umráðandi at vinna, fyri at sleppa frá KÍF og Kyndli, men nú kappast tey trý liðini um 2. plássið - sum er plássið at sleppa í finaluna ímóti H71.
VÍF hevur nú 21 stig fyri 16 dystir, KÍF hevur 19 stig fyri 15 dystir og Kyndil hevur 18 stig fyri 16 dystir.
Kyndil: Jon Pauli Toft Johannesen, Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 1, Torvald Abrahamsen, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen 4, Tórður S. Guttesen, Finnur Hansson 7, Ludvík Súnason 1, Jóni G. Viderø, Bjarni Sørensen, Bartal Klein Olsen, Hjalti Mohr Jacobsen 8, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Bárður Johannesen 1 og Dávur Clementsen.
VÍF: Sámal Joensen, Rúni Joensen, Hanus Christoffersen 2, Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 6, Andrias Eriksen 1, Niklas Simonsen, Nuuno Lars Olsen 1, Magnus Matras, Agnar Joensen 3, Heini Hanusarson, Filip Jojic 5 og Niklas Selvig 2.
Støður:
5. min. 1-2
10. min. 2-6
15. min. 5-8
20. min. 6-12
25. min. 7-14
30. min. 10-15
35. min. 11-16
40. min. 14-17
45. min. 18-18
50. min. 20-21
55. min. 22-23
60. min. 24-24
Dómarar: Thomas J. Thomsen og Gert Hansen.
Áskoðarar: 400.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald