Ítróttur

FSF: 35. aðalfundurin verður 15. februar

...

2013-12-09 22:40 Author image
placeholder

Leygardagin 15. februar 2014, klokkan 13:00, verður 35. aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin á Hotel Hafnia.

Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 15. februar 2014, klokkan 13:00 á Hotel Hafnia.

Hetta er samstundis 35. aðalfundurin, síðani felagsskapurin varð stovnaður tann 13. januar í 1979.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins.

Uppskot frá limum til Aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan Aðalfundinum og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn Aðalfundin.

Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF???s í hendi ein mánaða áðrenn Aðalfundin og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn Aðalfundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder