![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
SEV: Royndarkoyringin av Deep Green 100 sjóvarfalstøknini hjá Minesto í Vestmannasundi gongur væl.
???Í løtuni fara vit stigvíst ígjøgnum ætlanina við royndarkoyringini, sum skal enda við framleiðslu inn á føroyska elnetið. Higartil hava vit gjøgnumført kanning av høvuðsfunktiónunum við DG100 tøknini, t.d. útseting av drekanum, innafturtøka, fjarstýring av drekanum í sjónum, á kyrrindum, umframt elframleiðslutøknina???, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.
Eitt 15-manna stórt toymi hjá Minesto er á staðnum í Vestmanna fyri at gjøgnumføra royndarkoyringina av sjóvarfalstøknini. Hetta eru folk frá framleiðslutoyminum í Svøríki og rakstrartoyminum úr Stóra Bretlandi.
???Toymið ger eitt megnar arbeiði fyri at vit kunnu koma nærri elframleiðslu inn á netið???, sigur Martin Edlund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald