Ítróttur

Frá Liverpool Føroyar

...

2013-07-12 16:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Liverpool Føroyar skipar nú aftur fyri einum túrin til Liverpool. Hesuferð er talan um stórdyst á Anfileld millum Liverpool og argasta kappingarneytan úr Manchester Utd. Vit fara úr føroyum hósdagin 29 august og koma heima aftur mánadagin 2 september. Gist verður á einum Liverpol City Centre Hotelli (Best Western Feathers). Sunnudagin 1 september kl. 13.30 er stórdysturin millum Liverpool og Man Utd. Tað koma at verða ymisk fejeppara tiltøk í Liverpool sum, tað verður møguligt at tekna seg til seinnri. Kostnaðurin fyri túrin er einans 7.500,-
Eisini verður Legend dinner, har tú kan møta Legendum úr Livepool fc
Tilmelding fer fram við at senda navn v.m. á [email protected] og at gjalda kr. 1.500,- í depositum á konta 9181-1598262 í Eika Banka. Minst til at viðmerkja flytingina við sama navn sum í tilmeldingini
Í tilmeldingini skal tú upplýsia: navn, bústað, fartelefon og føðingardag á øllum luttakarum um tú meldar fleiri til.
Við í kostnaðinum er: Flogferðaseðil (vit flúgva umvegis London), bussur til Hotel við yvirnátting & morgunmati og atgongumerki til dystin.
Gist verður í dupultkømrum.
Ferðast tú sjálvur, skalt tú verða fyltur 18 ár.
Ger tær sjálvan tann beina at kanna títt pass ??? tað skal verði galdandi 6 mánaðir eftir heimkomu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder