2013-11-29 19:21
Føroyska talvlandsliðið hevur í dag vunnið stórsigur 4-0 móti Guernsey í smálandakappingini í Monako.
Helgi Dam Ziska, sum vanliga situr á 1. borði, hevði frí hendan dystin, men hinir fýra ??? John Arni Nilssen, John Rødgaard, Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen ??? gjørdu sína skyldu og vunnu allir sítt talv.
Sigurin á Guernsey gevur føroyingunum tvey stig afturat í kappingini, og beint nú er líkt til, at Føroyar hava beina kós móti 1. plássi í kappingini.
Trý umfør eru eftir í kappingini. Føroyingarnir telva aftur í dag klokkan 16:00 móti Malta. Í morgin stendur San Marino fyri skotum, og í síðsta umfari sunnudagin skulu Føroyar telva móti Andorra.
Kelda: portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald