Tað eru fimm nýggj skip, ið eru á veg inn í tann føroyska flotan, og sigast má at føroysku feløgini leggja nógvar pengar í, at fáa ein nýggjan framkoman fiskiflota.
Tað fyrsta nýggja skipið, ið kemur í tann føroyska flotan, kemur fyrst í tí nýggja árinum. Tað er Christian í Grótinum, kostnaðurin fyri hann liggur um einar 300 milliónir krónur, og er Christian í Grótinum fyrsta uppsjóvarskipið sum føroyingar hava bygt í 12 ár. Tað er skipasmiðan í Skagen, ið stendur fyri arbeiðinum at byggja Christian í Grótinum. Tað var í juli mánaða í fjør, at felagið kunngjørdi at teir fóru at byggja nýtt skip.
Flotin í Barentshavinum verður so at siga allur skiftur út.
Tað var í februar mánað í fjør, at JFK í Klaksvík boðaði frá, at teir fóru at byggja ein nýggjan Gadus. Kostnaðurin fyri hann er 400 milliónir krónur. Skipið er verður bygt í Turkalandi.
Ein mánað seinni kunngjørdi Framherji í Fuglafirði, at teir skulu skuldu byggja eitt nýtt skip fyri 317 milliónir krónur, tað er norska skipasmiðjan Vard, sum skal standa fyri arbeiðinum.
Í Juni mánaða var tað so felagið Havborg, sum er dótturfelag hjá Enniberg, sum segði at eisini teir fóru at byggja nýtt skip fyri 400 milliónir krónir, og verður tað eisini bygt í Turkalandi.
Fyrradagin kom so fram, at Finnur Fríði hjá Varðanum í Gøtu eisini verður skiftur út, og er tað skipasmiðjan í Skagan, sum kemur at standa fyri tí arbeiðinum, kostnaðurin liggur um 340 milliónur krónur.
Samanlagt byggja hesi feløgini skip fyri 1,75 milliard krónur.
Christian í Grótinum, sum var seldur til Grønlands fyri einum árið síðani var bygdur í 2003.
Enniberg (Havborg) er bygdur í 1990.
Gadus (JFK) er bygdur í 1987.
Akraberg (Framherji) er bygdur í 1994.
Finnur Fríði (Varðin) er bygdur í 2003.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald