Ítróttur

Føroyar vertir fyri EM-undankapping

...

2013-11-21 12:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 EM-undankappingin fyri U17-landslið við gentum verður komandi ár spæld í Føroyum. Føroyska liðið kom í bólk saman við Norra, Italia og Grikkalandi.

Lutakastið, í samband við EM-undankappingarnar hjá U17-landsliðum við gentum hevur verið í Nyon í Sveis í morgun. 

Føroyska U17-liðið kom í bólk 9, saman við Norra, Italia og Grikkalandi.

Har afturat gjørdist greitt, at dystirnir í bólki 9 skulu spælast í Føroyum. 

Kappingin verður spæld í døgunum 25. til 30. september komandi ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder