Vinna

Føroya Handverkarafelag gjørt eftirlønaravtalu við LÍV

...

2015-02-26 22:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Handverkarafelag og eftirlønarveitarin LÍV hava undirskrivað nýggja avtalu, ið tryggjar handverkarum, at teirra eftirlønir verða umsitnar av LÍV.

Samstarv hevur verið millum Føroya Handverkarafelag og LÍV í fleiri ár, og partarnir eru so væl nøgdir við samstarvið, at tey hava undirskrivað nýggja eftirlønaravtalu. Avtalan tekur við tann 1. januar 2015.

Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, sigur seg vera nøgdan við avtaluna og fegnast um framhaldandi samstarvið við LÍV.

Avtalan fevnir millum annað um: Eftirløn, trygging við deyða, trygging við avlamni, trygging við ávísum hættisligum sjúkum og lokaupphædd

Limir felagsins kunnu fáa meira innlit í skipanina á heimasíðuni hjá Føroya Handverkarafelag www.fhf.fo ella á kundaportalinum hjá LÍV.

- Vit á LÍV fegnast um avtaluna og vilja takka fyri álitið. Vit vilja gera okkara til, at góða samstarvið okkara millum heldur fram, sigur Dan Joensen frá LÍV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder