Vinna

Formansval í Føroya Fiskimannafelag

...

2021-12-08 12:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg kann her í stuttum greiða eitt sindur frá hvør eg eri, og hví eg havi valt at stilla upp til formansval í Føroya Fiskimannafelag.
Eg eiti Mortan, eri 47 ára gamal og eri uppvaksin í Fuglafirði.

Eg havi altíð havt tætt tilknýti til fiskivinnuna, og byrjaði sjálvur at sigla sum heilt ungur. eg meini eg mynstraði fyrstufer í oktobur í 1990.
Seinastu tjúgu árini havi eg siglt við uppisjóvarskipið burturav.

Hvat vil eg arbeiða fyri?

Eg ætli mær útilokandi at arbeiða fyri betri korum fyri fiskimannin. Eg ætli mær at stríðast fyri einum betri sáttmála fyri allar fiskimenn, og eg ætli mær at gera alt hvat eg kann fyri at fiskimaðurin skal fáa eina viruliga eftirløn. Eina eftirløn, sum reiðarin betatlir.

Ein bruttosáttmáli er sjálvandi endamálið.

Allur peruvellingurin sum stóðst av oljugjaldinum, uppboðssølugjaldinum, tilfeingisgjøldum og øðrum gjøldum, sum eru komin sníkjandi inn í sáttmálan tey seinastu árini, sum ongastaðni hoyra hoyma í einum sáttmála, øll hesu gjøldini mugu fáast av vegnum. Tað líkist ongum, soleiðis sum tað mangan verður avroknað.

Tað kann ongantíð verða meiningin, at ein sjómaður skal betala fyri at vera til arbeiðis.

At ein reiðari í óðum verkum velur at keypa fiskirættindi á uppboðssølu fyri okurs prís, og bara sendir rokningina til fiskimannin, tað ætli eg mær skal halda uppat. Tað sama er galdandi fyri tilfeingisgjøldini.

Um eg blívi valdur sum formaður fyri Føroya Fiskimannafelag, so ætli eg mær eisini at virka fyri at tann fiskur sum vit hava fiska, verður seldur har øll fáa sum mest burturúr, fyrst og fremst fiskimaðurin:

Við sjómanskvøðu

Mortan G. Berjastein.

Við sjómanskvøðu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder