2013-11-03 20:31
Tað skulu borgarligir herðar at bera tungar dagar. Enn meira umráðandi er, at borgarligir herðar bera, tá tað lýsir. Ja, ella myrknar skjótt aftur. Alternativið til Fólkaflokkin ber ikki. Kappbjóðing í almennari umsorgan stendur ikki einsamøll. Bara vøkstur kann skapa vælferð. Um vit seta almenna umfordeiling fram um persónliga frælsið, missa vit bæði. Vit vilja tað øðrvísi. | |
Vit lovaðu vøkstur, vit hava vøkstur. Vit lovaðu, at tað skal loysa seg at arbeiða. Vit hildu orð. Vit lovaðu nýskipanir, og tær, vit ikki hava gjøgnumført, eru rættuliga nær. Vit lovaðu meir fyri minni, og vit hava fingið tamarhald á almenna húsarhaldinum. Vit lovaðu at venda gongdini, og vit síggja sjón fyri søgn. Men vit eru langt frá komin á mál. ??ll vita, at broytingar eru neyðugar, men tað skapar orðaskifti. Minst til, um tú vilt broyta framtíðina, mást tú órógva nútíðina. Vit broyta, og kritikkur frá andstøðu og fjølmiðlum er stórur. Men er kritikkurin grundaður ella bara politiskt orðasnildi? Tað hevur verið nógvur jammur og nógvur larmur, men gongdin vísir nakað annað. Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta. Kundi kanska sagt við andstøðu og fjølmiðlar: Jú longri, tú heldur teg verða komnan inn í náttarmyrkrið, jú nærri er sólarris. Haldi, vit longu síggja úrslitið av førda politikkinum. Frá niðurgongd, vaksandi arbeiðsloysi og fólkaminking, er vend komin í. Millum fremstu lond í Evropa hava vit búskaparvøkstur, og sambært teim kønu fer tað at halda fram. Fólk tjenar meir og hevur meira eftir. Fólkaminkingin er steðgað. Sambært seinastu vísitølunum eru nærum allir geirar í føroyska búskapinum vorðnir meira bjartskygdir. Og samb. kanning hjá Fólkaheilsuráðnum eru føroyingar millum nøgdastu fólk í heiminum. Í leypandi prísum væntar Búskaparráðið ein vøkstur á útvið 3 % í 2013 og nakað tað sama í 2014. Arbeiðsloysið er eftir 2 árum minkað úr nærum 8% niður móti 4%, sum er eitt tað lægsta í Evropa. Fólk tjenar meir, hevur meira eftir. Hóast støðan sostatt er batnað, eru húsarhaldini framvegis varin. Rinda niður skuld og spara upp. Hetta ávirkar búskapin og sostatt eisini almennu inntøkurnar. Tó eru nú týðilig tekin um, at húsarhaldsnýtslan veksur. Ábendingar eru altso um, at fólk eru vorðin bjartskygdari, tá tey hyggja frameftir. Og væntast kann, at privata nýtslan og privatu íløgurnar komandi tíðina veruliga koma aftur á beint. Hetta fer tá eisini at betra munandi um úrslitið hjá landskassanum. Tað eru ikki bara húsarhaldini, sum eru bjarskygdari enn áður. Sambært seinasta konjunkturbarometrinum eru flestu geirarnir í føroyska búskapinum bjartskygdari enn fyri hálvum ári síðani. Flatskatturin eggjar fólki til at arbeiða meira. Og eg eri sannførdur um, at sum frálíður, fer skattaumskipanin veruliga at stimbra vøksturin í føroyska búskapinum. Hetta var fyrsta stig. Nú má málið verða, at tað skal loysa seg enn betur at arbeiða. Inntøkuskatturin skal longri niður. Vit arbeiða í fíggjarmálaráðnum við hugskotsskrá, hvussu tað kann fíggjast. Pensónliga frælsið er lykilin til framburð. Persónliga frælsið er lykilin til veruliga umsorgan. Hetta skal vera landið við møguleikum. Eitt land, sum eggjar heldur enn forbjóðar. Eitt land, sum lønar heldur enn revsar. Minst til, tað er betei at tendra eitt ljós enn at banna myrkrinum. Tað mugu vit altíð hava fyri eyga í okkara arbeiði fyri fólkið. Hvussu vit umsita peningin, hevur alt at siga fyri okkara vælferð. Ein segði at tað eru 4 hættir at umsita pening. Ein er at nýta peningin hjá hinum til hini, annar er at nýta peningin hjá hinum til okkum sjálv, triði er at nýta peningin hjá okkum sjálvum upp á hini, og í fjórða at nýta peningin hjá okkum sjálvum upp á okkum sjálv. Hvat av hesum halda tit, er varnasti hátturin at nýta peningin, ella hvar er hann best umsitin. Fyri mær er eingin ivi, tað er sjálvandi at nýta okkara egna pening upp á okkum sjálv. Hetta seinasta er ikki galdandi hjá tí almenna. Tí krevur tað ovurhonds nógv av okkum, sum hava fingið litið í hendi at umsita borgarans pening. Vit mugu brúka peningin, sum um tað var okkara egni peningur. Ella sum ein segði: Varða teg fyri smáum lekum. Teir søkkja eisini stór skip. Vit skulu hava meira fyri tað sama. Vit mugu hugsa stutt, og vit mugu hugsa langt. Tí hava vit framt og sett okkum fyri at fremja nýskipanir. Komandi árini sær inntøkusíðan út til at halda og vaksa. Avbjóðingin er útreiðslurnar. Haldast má aftur, tó uttan at steðga vøkstrinum. Búskaparvøksturin má og skal vera størri enn útreiðsluøkingin, ella kemur ikki javnvág í. Um hitt almenna veksur skjótari enn vinnulívið, verða vit fátækari ár undan ári. Ikki bert lutfalsliga, men absolutt. Tað kann órógva, men er neyðugt. Avbjóðingarnar eru stórar. Hesar avbjóðingar verða ikki minni av, at talið av eldri fólki er vaksandi. Hetta hevur við sær, at útreiðslurnar innan eitt nú eldraøkið væntandi fara at vaksa munandi komandi árini. Ikki nakar trupulleiki, men ein avbjóðing. Vit mugu sjálvandi byrja í toppinum. Á einum húsum er trupult at smidliggera veggirnar, um yvirtromin er líka tung. Vit arbeiða við ætlan at samskipa aðalráðini. ??tlanin er at spara 10% næstu 3 árini. Vit rationalisera og leggja stovnar saman. Minni umsiting, færri pengar og somu uppgávur. Verkætlan er sett í verk við øllum almennum innkeypi. Alt yvir 50.000 skal bjóðast út og skal finnast á almenna innkeypsportalinum. Sama fyri minni. Vit eru byrjað fyrireiking til útveitan av fleiri almennum uppgávum. Tað er eingin ivi um, at tað eru fleiri uppgávur, sum verða røktar betri og lønsamari á privatum hondum. Má nevna Mykinesleiðina. Í 2006 var hon almenn, og ferðafólkatalið var 3.600. Síðan er leiðin boðin út. Nú er nýggj ferja og ferðafólkatalið er fleirfaldað upp í 11.000 í 2013. Ferðafólkatalið og lønsemið er vorðið eitt mál í sær sjálvum. Altíð skilabetri umsiting av eins egnu pengum. Her er nógv at heinta. Vit hava fingið samtykt miðnámsskúlanýskipan. Størri valfrælsi til næmingarnar, og størri krøv til teirra. Lærarar skulu fyrireika og rætta minni, men undirvísa meir. Soleiðis fáa vit meira fyri minni. Næsta stigið er fólkaskúlanýskipan, sum er í gongd. Vit vilja fremja eina sjúkrahúsnýskipan. Í stuttum: Sjúkrahúsini skulu deilast um viðgerðirnar heldur enn at klandrast um tær. Málið er í løgtinginum til aðalorðaskiftis. Fyri fyrstu ferð í yvir 20 ár umsitur Fólkaflokkurin almannmál. Longu nú eru stór framstig gjørd á økinum. Annika Olsen hevur m.a. framt nýskipanina um arbeiðsskapandi tiltøk. Hon er komin væl áleiðis at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Innan búspláss til eldri og fólk við serligum avbjóðingum er við henni komin ferð á. Annika er eisini komin væl áleiðis við pensjónsnýskipan, har fyrri partur um uppsparingina er samtyktur. Hennara dugnaskapur og arbeiðssemi gevur úrslit, eisini á truplum málsøki. Vit hava rímiligan frið á arbeiðsmarknaðinum. Okkara størsti sáttmáli er við Lærarafelagið, og har varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður fyrradagin, og í gjár eydnast at fáa manningarfeløgini aftur til samráðingarborðið. Talan er um sámiligar sáttmálar. Fakfeløgini vísa samfelagsábyrgd. Fyrr hava vit oftast hoyrt fakfeløg krevja longri feriu og styttri arbeiðstíð. Við samráðingarborðið møta vit nú sterkum ynskjum frá fakfeløgum um at sleppa at arbeiða meir. Stór misnøgd er um, at fólk í almennum starvi við niðursettari arbeiðstíð ikki sleppa upp í fulla tíð. Hetta eru tónar, ið vilja framburð. Hetta koma vit at gera nakað við. Ynskja vit framburð, mugu vit tryggja fólki møguleikan at arbeiða meir, um tey ynskja. Tað er ein politiskur stórsigur, at tað nú loysir seg at arbeiða, men tað er ikki nóg mikið. Fyri tey, ið ynskja tað, skal tað eisini verða møguligt. Eisini hava vit sett okkum fyri, at tað almenna skal taka inn lærlingar. Næsta stigið verður at seta almennum stovnum krøv um lærlingar. Vit lovaðu til valið, at næmingar ikki skulu revsast í lestrarstuðli fyri at arbeiða nakrar tímar. Tað er gjøgnumført. Tað loysir seg at arbeiða, eisini hjá lesandi. Tað skal loysa seg at arbeiða, eisini uttan fyri Føroyar. Tí hava vit ruddað upp í ótolandi skattajungluni hjá útisiglarum og øðrum, sum arbeiða í útlandinum. Tað skal loysa seg at liva í Føroyum, eisini um ein arbeiðir í útlandinum og skaffar okkum pening til landið. Virðini, tey koma til okkum við, hava ovurstóran týdning. Hesi rinda øll skatt, men okkara tvískattaavtalur siga, at tey rinda til landið, har tey arbeiða. Vit hava tikið stig til at broyta norðurlendsku tvískattaavtaluna. Á fundi í Oslo hósdagin fingu vit undirtøku fyri at greina trupulleikan nærri, so til ber at taka málið upp til broyting. Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benadiktson verður næsta árið formaður fyri norðurlendska ráðharraráðið fyri fíggjarmálaráðharrar og hevur lovað at arbeiða skjótt við málinum. Hann verður gestarøðari seinni á fundinum. Vinnuligt er Fólkaflokkurin trygdin fyri stabiliteti og vøkstri. Við kørmunum, sum Bjarni Djurholm fekk lagt fyri alivinnuna, hava vit sæð støðugan vøkstur. Við alivinnuni verða nú aliøkini víðkað, umframt at nýggj aliøki koma. Vit hava nú eisini sett munandi upphæddir av til marknaðarføring av ferðavinnu. Vit økja almenna byggivirksemið. Vit økja um útbúgvingarmøgulleikar, serliga vinnuligar útbúgvingar. Við arbeiðsloysi vísir norðurlendsk gransking, at tað, sum hevur størstan týdning fyri at fáa fólk, ung sum eldri í arbeiði er vakstrarbúskapur. Eftir tað kemur flexibilitetur og útbúgving. Serliga ung við vinnuligum útbúgvingum eru skjótast á arbeiðsmarknaðinum. Granskingin vísir eisini, at tað hevur týdning, hvussu munurin er á arbeiðsloysisstuðli og arbeiði. Um lítil munur er, so gongst verri at fáa ung á arbeiðsmarknaðin.???Eisini hava arbeiðsfremjandi tiltøk ávirkan. Vit hava vøkstur. Vit hava nú valt at økt útbúgvingarmøguleikar, serliga innan vinnuútbúgvingar. Hava økt munin á at arbeiða og at fáa arbeiðsloysisstuðul og hava gjøgnumført lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Arbeiðsloysið er framvegis minkandi, og vit uppliva mangul upp á arbeiðsmegi. Við Jacob Vestergaard á odda eru vit í gongd við eina tiltrongda fiskivinnunýskipan. Málið er tryggari og varandi karmar. Vit ynskja at geva vinnuni tryggar karmar, vinnuloyvið fyri fleiri ár í senn. Vit ynskja m.a. greiða niðurstøðu um, hvat skal avreiðast her hjá okkum, greiða lóg um útlendskan eigaraskap. Vit hava gingið við til, at vinnan rindar gjald fyri hesar tryggu karmar. Ein prís fyri tryggar vinnukarmar. Alternativið er uppboðssøla av øllum rættindum. Tað merkir sera ótryggar karmar. Eingin kann gera nýíløgur. Vit fáa kanska nakrar silvurmyntir í landskassan. Men av royndum vita vit, at útlendingar við einum glastrevabáti keypa øll rættindini og kunnu so loyva okkara fiskimonnum at fiska móti lítlum gjaldi. Okkara fiskivinna fær molarnar av útlendingaborði, og vinnan verður armað niður. Valið stendur millum tryggar karmar til okkara fiskivinnu ella útarming við uppboðssølu. Lat ongan iva verða um, hvat Fólkaflokkurin heldur. Tryggar karmar til frælsa føroyska vinnu. Má her eisini nevna makrelin. Vit fiska alla kvotuna og virka hann nú her heima til gagns fyri stórtal av føroyingum. Hóttan, influtningsbann og havnastongsul. Einki er lættari enn at hoykna undir trýsti. Treiskni hjá Vestergaard kunnu allir føroyingar vera stoltir av. Vit eru í eini góðari og sunnari gongd. Vit hava framvegis stórar avbjóðingar. Lat okkum síggja tað góða. Tað er fyritreytin fyri at kunna gera tað betur. Vit kunnu seta okkum hendur í favn, grenja og deilast, ella vit kunnu bretta upp um armar og fáa tað besta burtur úr umstøðunum. Í okkara harðbalna lítla landi er stutt millum fjall og fjøru, stutt millum fong og fiskaloysi, stutt millum ódn og logn. Men okkara forfedrar hava megnað at latið viljan vunnið á máttloysinum og latið okkum eitt av heimsins fremstu londum. Lat okkum ikki svíkja teir. Lat okkum halda fast í framburðinum. Minnist til, fløðandi sjógvur flotar allar bátar. Takk fyri |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald