2017-01-22 22:29

Íslendska løgreglan eftirlýsti fríggjadagin førarin á einum hvítum bili, og hann er nú funnin, sigur løgreglan í tíðindaskrivi í kvøld. Førarin á hesum hvíta bilinum koyrdi vestur eftir á Íseyrarbraut í Hafnarfirði leygardagin i seinastu viku klokkan 12:24, og vildi løgreglan hava fatur á honum í sambandi við málið um Birnu Brjánsdóttir.
Grímur Grímson er kanningarleiðari í málinum, sigur at førarin ikki var blandaður við í málið, men at hann skuldi geva løgregluni upplýsingar, og løgreglan er nøgd við upplýsingarnar førarin á hvíta bilinum hevur givið løgregluni.
Les eisini: Líkið av Birnu Brjánsdóttir er funnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald