JN

Fólkatalið vaks við 618 eftir einum ári

...

2016-09-15 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan:

Fólkatalið var 49.755 tann 1. august í ár og er vaksið við 618 fólkum síðani 1. august í fjør. Tað svarar til ein vøkstur 1,3%. Hetta kemur av eini nettotilflyting á 360, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 258, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir.


Konufólkini eiga størsta partin í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 618 í hesum 12-mánaðar skeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 342 í tali, samanborið við 276 menn. Munurin kemur serliga fram í nettotilflytingini, har tað vóru 48 fleiri kvinnur enn menn, og av deyðatalinum, har tað eru 31 færri kvinnur enn menn. Hinvegin minkar munurin eitt lítið sindur av kynsbýtinum í føðitalinum, har tað eru 13 fleiri dreingir enn gentur. Hetta ger tilsamans, at í fólkavøkstrinum hetta tíðarskeiðið eru 66 fleiri kvinnur enn menn.

Í talvuni niðanfyri sæst gongdin mánað fyri mánað, har føðital, deyðatal og nettoflyting er býtt á kyn. Hetta gevur tilsamans fólkavøksturin í tíðarskeiðinum og eitt fólkatal tann 1. august 2016 við 25.672 monnum og 24.083 kvinnum ??? t.v.s. 1589 fleiri kvinnur enn menn, men ein munur, sum nú er minkandi.

Tað er minkandi fráflytingin, ið ger størsta munin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Samstundis er tilflytingin tann størsta síðstu 8 árini og er nú á sama støði sum undan fíggjarkreppuni. Høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.


Fólkatalið vaksið alt árið ??? men væntandi eitt afturstig í august
Í í myndini niðanfyri sæst broytingin í fólkatalinum fyri kvinnur og menn, mánað fyri mánað. Tann gongdin vit síggja í fyrra 12-mánaðarskeiðinum juli 2014 ??? juli 2015 verður enn greiðari í seinna 12-mánaðarskeiðinum juli 2015 ??? juli 2016: at fólkatalið veksur alt árið, mest í juni og juli, men so kemur eitt stórt afturstig í august ??? ein minking, ið er eins stór sum vøksturin í juli. Hetta er jú tann stóri flytingarmánaðurin í árinum, tá nógvur ungdómur fer av landinum í lestrarørindum.

Tí er at vænta, at við næstu uppgerð av fólkatalinum, tá august er taldur við, er fólkatalið minkað eini 200 fólk, niður aftur á talið, ið var fyri 1. juli, t.v.s. niður móti eini 49.550. Men verður gongdin síðani nøkulunda sum farnu 24 mánaðir, so fer fólkatalið aftur støðugt at veksa upp móti teim 50.000. Tað kann verða onkuntíð næsta summar ella móti heysti.


Størsti fólkavøkstur í Tórshavnarøkinum og Vága sýslu 
Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har tað er ein størri minking í Sandoyar sýslu og minni minking í Suðuroyar sýslu enn við uppgerðirnar fyrr í ár.

Bæði í tali og í prosent er størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 394, svarandi til 2,1%. Í tali kemur síðani Eysturoyar sýsla við 108 fólkum, men lutfalsliga er vøksturin størri í Vága sýslu við 2,0%, og minsti vøksturin er í Norðoya sýslu við 0,6%.


Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu við 436 fólkum og síðan er langt niður til hinar, til báðar kommunurnar í Vágum við tilsamans 63 fólkum, Runavíkar kommunu við 44 fólkum og Nes kommunu við 32 fólkum. Í Klaksvíkar kommunu er vøksturin bert 11 fólk, við einum burðaravlopi á 8 og nettotilflyting á 3 fólk.   

Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu við 15 fólkum og Sands kommunu við 13 fólkum.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum - uttan í Svínoy, har fólkatalið veksur við einum triðingi. Í stóru oyggjunum er munandi fólkavøkstur, uttan í Sandoy og í Suðuroy, har tað er minkandi.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder