

Fólkatalið var 49.766 tann 1. november í ár og er vaksið við 743 fólkum síðani 1. november í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðstu 15 árini. Fólkavøksturin kemur av stórari nettotilflyting á 454, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 289, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir.
Tað er minkandi fráflytingin, ið ger nógv størsta munin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.
Vit skulu heilt aftur til 1980, fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Og verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, hava vit ikki so lágt tal fyri fráflytingina í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Viðvíkjandi tilflytingini er hon áleið sum í 2008 og roknað eftir fólkatalinum tann størsta síðani 2003. Høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.
Eitt sindur fleiri konufólk enn menn í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 743 í hesum 12-mánaðar skeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 386 í tali, samanborið við 339 menn. Munurin kemur serliga av nettotilflytingini, har tað vóru 42 fleiri kvinnur enn menn. Hinvegin uppviga kynsmunirnir í føðitali og deyðatali næstan hvønnannan, tí tað verða føddir 37 fleiri dreingir enn gentur, og tað doyggja 42 fleiri menn enn kvinnur. Tilsamans verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum hetta tíðarskeiðið eru 47 fleiri kvinnur enn menn.
50.000 fólk í Føroyum longu í februar-mars ?
Í myndini niðanfyri sæst broytingin í nettoflytingini millum Føroyar og útlond, býtt á kvinnur og menn, mánað fyri mánað tey síðstu tvey 12-mánaðarskeiðini.
Tann gongdin vit síggja í fyrra 12-mánaðarskeiðinum 2014 ??? 2015 verður enn greiðari í seinna 12-mánaðarskeiðinum 2015 ??? 2016: At nú er nettotilflyting alt árið uttan í august, at nettofráflytingin í august nú er nógv minni enn árini frammanundan. Tað er serliga nettoflytingin, ið er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum.
Verður trendurin næstu mánaðirnar á leið tí, sum hann nú vísir, veksur fólkatalið enn skjótari upp móti teim 50.000, enn væntað hevur verið. Vøksturin hevur verið so stórur seinastu mánaðirnar, at nú verður tað kanska longu í februar-mars, at vit fara upp um 50.000.
Nógv størsti fólkavøkstur í Tórshavnarøkinum - og nú eisini vøkstur í øllum sýslum
Nú er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum, eisini í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.
Bæði í tali og í prosent er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 387, svarandi til 2,1%. Hetta er 52% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í tali kemur síðani Eysturoyar sýsla við 138 fólkum. Men lutfalsliga er tað áleið sami vøkstur í Vága sýslu við 1,5%, Eysturoyar og Norðoya sýslum við 1,4% og Sandoyar sýsla við 1,2%. Minsti vøksturin er í Suðuroyar sýslu við 0,6%, men tað eru bert fáir mánaðir síðani at gongdin vendi frá eini minking til ein vøkstur, og sum nú tykist at halda sær.
Vøkstur í 20 kommunum, óbroytt og minking í 10
Fólkatalið veksur í 21 kommunum, stendur í stað ella minkar í 9 kommunum.
Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 412 fólkum ??? hetta eru 55% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, har vøksturin er:
- Klaksvíkar kommuna við 64 fólkum,
- Eystur kommuna við 37,
- Vága kommuna við 36,
- Nes og Sjóvar kommunur við 28 hvør,
- Vágs og Tvøroyrar kommunur við 22 hvør,
- Eiðis kommuna við 18,
- Fuglafjarðar, Sunda, Runavíkar og Hvannasunds kommunur við 15-16 fólkum hvør,
- Sumbiar, Kvívíks og Sørvágs kommunur við ávikavist 13, 11 og 10 fólkum,
- Skopunar, Skálavíkar og Fugloyar kommunur við 6-7 fólkum hvør,
- Sands og Kunoyar kommunur við ávikavist 4 og 2 fólkum
- Í Viðareiðis kommunu er fólkatalið óbroytt.
- Minking er í Hvalbiar, Vestmanna og Porkeris kommunum við ávikavist 13, 10 og 9 fólkum.
- Í Hovs kommunu við 6, Húsa og Fámjins við 3 hvør, Kunoyar og Húsavíkar við 2 hvør og Skúvoyar við 1.
Vøkstur í flestu oyggjum ??? minking í Kalsoy, Nólsoy og Skúvoy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Eisini veksur fólkatalið í fleiri av útoyggjunum, umdantikið Kalsoy, Nólsoy og Skúvoy.
Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald