
Nordisk rusmiddel seminar 2018 hevur verið í Føroyum í ár. Fólkaheilsuráðið var vertur fyri seminarinum, sum landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, setti mikumorgunin 22. august. 40 fólk úr teimum ymisku norðurlondunum, Grønlandi, Íslandi, Finlandi, Norra, Svøríki, Álandi, Danmark og Føroyum hava verið savnaði fyri at umrøða fyribyrgjandi arbeiðið á alkohol og rúsevnis økinum. Seminarið hevur verið sera áhugavert og gevandi og endaði á middegi í dag. Hesaferð hevur dentur verið lagdur á støðuna millum børn og ung, har evnini vóru:
- Søguliga gongdin í Føroyum
- Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum
- Týdningurin av ABC fyri sálarliga heilsu í mun til alkohol og rúsevni
- Drekkivanar í teimum ymisku londunum
- Ymiskar alkohol tilráðingar
- Avbjóðingar á økinum
- Liberaliseringar í mun til cannabis
- Møguligar avleiðingar, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar uttan vísindaliga prógva gransking
- Hvønn týdning hevur gransking
- Marknaðarføring
- Hvørji átøk rigga
- Eyðkenni hjá ungum, sum drekka í mun til tey, sum ikki drekka
- Týdningin av góðum relatiónum, serliga relatiónir til foreldur
- Hvønn týdning hugburðurin hjá foreldrum hevur
- Hvussu stuðla vit foreldrunum á bestan hátt
- Hvønn týdning hevur samskifti um rúsvanar
Granskingin vísir týðiliga, at fyribyrgjandi arbeiðið riggar og vit eru væl við í Føroyum. Tí skulu vit halda fast um tær verkætlanir, sum vit longu nú arbeiða við. Tó liggja Føroyar á næst síðsta plássinum í norðurlondum, tá ið tað snýr seg um aldur fyri nær ein byrjar at drekka alkohol, so her hava vit nakað at arbeiða við, tí vit síggja, at tað hava onnur megnað at broytt í størri mun enn vit í Føroyum.
Fólkaheilsuráðið
http://folkaheilsa.fo/news-nordisk+rusmiddel+seminar+2018.htm (her finna tit myndir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald