2021-02-06 19:14

Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at tey landa mitt ella síðst í vikuni. Fýra frystulínuskip er undir Føroyum . Eitt kemur inn at landa mánadagin. Trý eru undir Íslandi.
??tróður: Streymurin harðnar út á vikuna. Veðri verður hampuligt, so helst verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og ein er sunnanfyri og fiskar djúpvatnsfisk. Báðir landa í vikuni.
Partrolarar: flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin er tíverri ikki góður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald