JN

Flogvøllurin í Kastrup ávarar nú starvfólk um at spæla Pokémons GO

...

2016-07-19 19:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Flogvøllurin í Kastrup hevur í dag følt seg noyddan, at senda eina áminning út til starvfólkini um at flogvøllurin ikki er eitt spælipláss, tað skrivar EB.dk.

Fráboðanin kemur eftir, at eitt starvfólk spældi Pokémons GO í airside, sum er har flogførini eru. 

Víðari stendur at lesa, at tað eru trý pokémonsdjór á airside nær við lendingsbanan, og heitt verður á starvfólkini, at lova hesum djórinum at fáa frið, tí tað kann henda stórur skaði, um onkur fer eftir teimum.

Tíbetur hendi eingin skaði av hendingini tá eitt starvfólk spældi Pokémons GO á airside í Kastrup.

Sí eisini: Myndir: JN.fo jagstrar pokemonsdjór.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder