Vinna

Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá Atlantic Airways í Føroyum

...

2014-11-25 20:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur

tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi.

Tú skalt kunna starvast fulla tíð frá seinnu

hálvu av mars til fyrst í septembur 2015.

Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr

Føroyum og hava lætt við at møta upp á

Vága Floghavn.

Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri

trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert

tú við til at vísa okkara viðskiftafólki, at

Atlantic Airways er eitt flogfelag við sera

góðari tænastu.

Tínir eginleikar

Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita

viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.

Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at

starvast tætt saman við øðrum og kanst

gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur

miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði,

tosar og skrivar minst eitt skandinaviskt mál

flótandi og dugir væl enskt.

Krøv

Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða

heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst

200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/

ur til at fáa flúgviloyvi.

Byrjan

Sambært nærri avtalu seinnu hálvu av

januar 2015.

Arbeiðstíðir og -staður

Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinnu

hálvu av mars til fyrst í septembur 2015. Vit

taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu, lógar-

ásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert

lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar

flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum.

Løn og dagpeningur eru sambært

galdandi reglum.

Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á

leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini:

https://app.jobmatchprofile.com/skyysx

Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði,

viðfesta mynd og viðkomandi prógv og

viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur

um teg sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar

arbeiðsroyndir, tú hevur.

Umsóknarfreistin er tann 15. desembur.

Atlantic Airways

Georg Suðurgarð

Director, Human Resources.

Les meira á www.atlantic.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder