
Sámal Danielsen og Kári í Haraldstovu flugu nýggja Airbussin heim til Føroyar, vit settu Sámali nakrar spurningar.
Jóhanna á Bergi fegnast um nýggja flogfarið og sigur at eitt kemur aftur í summar
Les samrøðu við William Smith her.
Hvussu er at fáa heiðurin at flúgva fyrsta túrin heim við hesinum flúgvarinum?
- Tað er altíð spennandi at flúgva ein spildurnýggjan flúgvara heim til Føroyar, tað er ikki hvønn dag man ger tað. Nú fleyg eg eisini tann fyrsta Airbussin heim tá ið vit fingu Airbus 319 í 2012 tað var spennandi, og hetta er ikki minni spennandi.
Sí myndir frá rundvísing hjá Airbus.
Hava tit flogið nógv við hesum flúgvarinum áðrenn í dag?
- Nei - nú er tað soleiðis, at hesin flúgvarin vit flúgva við nú, er tann sami ið vit venja við í simulatur vanligt. So tað er ikki krav, at vit skulu venja við hesum áðrenn vit flúgva heim. Vit kunnu fara beint frá at flúgva tann vit eiga, og til henda nýggja uttan at venja.
Er nakar munur á hesum nýggja í mun til 319?
- Hann er eitt sindur meira rættvísbestemtur - av tí at hann er longri, annars er útgerðin akkurát tann sama, okkurt er nýggjari í hesum enn í tí 319, men annars er alt tað sama, segði Sámal við JN.fo á heimferðini í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald