Vinna

Floghavn: Brunatrygdin á farstøðini er í lagi

...

2015-02-19 00:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fleiri serfrøðingar og myndugleikin á økinum hava brunagóðkent farstøðina hjá Vága Floghavn. Kortini metir Brunaeftirlitið, sum ongantíð hevur verið á staðnum, at brunagóðkenningin var skeiv


-Brunatrygdin á farstøðini í Vága Floghavn er í lagi, og tað hava vit skjalprógv fyri, staðfestir Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum.

Hann vísir á, at Vága Floghavn tykist vera endað í einari umsitingarligari fløkju hjá Brunaeftirlitinum, sum alment hevur sáað iva um fólkatrygdina á farstøðini á flogvøllinum. Brunaeftirlitið hevur sáað henda iva, hóast umboð fyri Brunaeftirlitið ongantíð hava verið á staðnum á arbeiðsvitjan.

Sørvágs kommuna, sum er myndugleiki á økinum, hevur givið Vága Floghavn loyvi at nýta bygningin sambært goðkenningum frá egnum ráðgeva og óheftum ráðgevum. Felagið Notir, sum fyrrverandi leiðarin á Brunaumsjón Landsins, Petur á Lava Olsen, eigur, er serkønur brunaráðgevi hjá Sørvágs kommunu. Altjóða viðurkenda ráðgevaravirkið, COWI, hevur veitt Faerport-samtakinum, sum hevur projekterað farstøðina, brunaserkøna ráðgeving. Danska RM Gruppen, hevur verið óheftir eftirlitsmynduleiki, sum hevur tryggja at brunaloysnirnar á Vága Floghavn eru í lagi. RM Gruppen er annað av tveimum donskum feløgum, sum eru góðkend til at útinna slíkt arbeiði.

Hesir ráðgevar hava fleiri ferðir gingið ígjøgnum brunaviðurskiftini á farstøðini, og teir hava staðfest, at alt er í lagi. Á hesum grundarlagi hevur Sørvágs kommuna síðani skrivað út nýtsluloyvið.

Góðkennandi myndugleikin var við nýggju byggilógini fluttur frá Brunaeftirlitinum til kommunurnar 1. apríl 2013, og eftir tað hevur Brunaeftirlitið onga heimild havt at góðkenna bygningar av hesum slagnum. Tað hevur Brunaeftirlitið eisini skrivliga boðað Sørvágs kommunu frá.

Byggiarbeiðið byrjaði kortini í 2011, áðrenn góðkennandi myndugleikin var fluttur til kommunurnar, og tí hevur Vága Floghavn áhaldandi roynt at kunnað Brunaeftirlitið um hesi viðurskifti.

Vága Floghavn hevur eisini latið Brunaeftirlitinum somu skjøl, sum Sørvágs kommuna hevur fingið í málinum. Harumframt hevur Vága Floghavn fleiri ferðir bjóðað Brunaeftirlitinum á vitjan, men Brunaeftirlitið hevur ongantíð verið á staðnum.

Í fyrstu atløgu sýnti Brunaeftirlitið málinum lítlan áhuga, men eftir at Sørvágs kommuna fekk myndugleikan á økinum og læt Vága Floghavn nýtsluloyvið, kom vend í. Tá vildi Brunaeftirlitið kortini vera við, at stovnurin skuldi góðkenna farstøðina. Brunaeftirlitið kærdi málið bæði til Kærunevndina í Lendismálum og til Løgtingsins Umboðsmann, men bæði Kærunevndin og Løgtingsins Umboðsmaður vístu kæruni frá sær við grundgevingini, at Brunaeftirlitið er ikki partur í málinum.

-Nú hevur Brunaeftirlitið so tikið málið upp í almenna rúminum fyri at ota seg inn tann vegin. Tað er lítið sømiligt, tí í roynd og veru er talan um eitt mál, sum er farið fram sambært reglunum. Harumframt kann Brunaeftirlitið fáa alla ta kunning, sum eftirlitið ynskir, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann heldur, at talan er um eina margháttliga framferð hjá einum myndugleika.

-Vága Floghavn hevur higartil ikki havt hug til at gera stórvegis viðmerkingar til arbeiðsháttin hjá Brunaeftirlitinum. Men nú ið Brunaeftirlitið eftir økt um sín ágang mótvegis Vága Floghavn, og í fleiri umførum hevur roynt at sáa iva um brunatrygdina á flogvøllinum, hevur Vága Floghavn valt at taka blaðið frá munninum.

-Vága Floghavn kann tó ikki lata sær hetta lynda. Tí hevur Vága Floghavn tikið stig til enn eina ferð at gjøgnumganga brunatrygdina saman við serfrøðingum. Tað tilfarið skal brúkast, tá vit fara víðari við málinum, upplýsir Jákup Sverri Kass.

Vága Floghavn umhugsar í løtuni, hvørji stig skulu takast ímóti Brunaeftirlitinum, sum sýnir eina lítil sømuliga framferð í einum máli, sum hevur týdning fyri allar Føroyar og føroyska ferðavinnu, tað skrivar Vága Floghavn á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder