2016-11-29 07:29

Eitt flogfar við 81 fólkum er í morgun(føroyska tíð) dottið niður í Colombia, í flogfarinum var m.a. eitt heilt fótbóltlið úr bestu deildini í brasilia. Talan er um liðið Chapecoense Real liðið var á veg til at spæla ein dyst í colombia, har teir skuldu møta Atletico Nacional mikudagin í Copa Sudamericana.
Tað er enn ikki greitt hví flogfarið datt niður, men sambært onkrum miðlum so er keðiligt veður á leiðini, og tað kann darva bjargingararbeiðinum. Borgarstjórin í La Ceja, sum liggur tætt við har flogfarið datt nður, sigur sambært AFP, at flogfarið møguliga hevur mangla brennievni.
Higartil eru 6 fólk funnin á lívi.
Flogfarið var á veg úr Santa Cruz í Bolivia og til Medellin í Colombia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald