2019-05-07 10:28
Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.
Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-kappingini hjá CEV.
Men orsakað av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018 ??? hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging.
Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knapt tvey ár, tá liðið fríggjadagin 10. Mai 2019 skal spæla ímóti Írlandi í EM-kapping í Luksemborg.
Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar leikarar:
| Hevarar: | |
| Hanna Iansdóttir Biskopstø | Ikast |
| Janna Falkvard | SÍ |
| Miðleikarar: | |
| Sirið Antoniussen | Mjølnir |
| Sóley Mørch Poulsen | KÍF |
| Súsanna Sólrunardóttir Ludvik | Fleyr |
| Kantar: | |
| Anja Sonnadóttir Danielsen | Fleyr |
| Eva Winther Nagata | Aarhus |
| Hilda Bolstad Mortensen | Fleyr |
| Sofía Purkhús Splidt | Mjølnir |
| Diagonalar: | |
| Bára Holm Jacobsen | Fleyr |
| Hanna Olsen | KÍF |
| Libero: | |
| Anna Larsen | Aalborg |
| Barbara Herdalur Poulsen | Dráttur |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald