2016-12-10 11:48

Ungdómsflogbóltur er í øllum ítróttarhøllunum í Havn í dag!
Fleyr er fyrireikari av FK-kappingini, sum í ár hevur met-luttøku.
138 lið vóru tilmeldaði, og uppmøtingin hevur verið frálík, so stórt trýst er á hallunum. Serliga eru tað Flogbørn, sum hava havt stóra tilgongd frá øllum landinum, og Christina Nolsøe fyrireikari frá Fleyr gleðist um framgongdina í tilmeldaðum liðum, og at støðið er hækkandi.
Roknað verður við at kappingin endar umleið klokkan 19,00 í kvøld.
Kappast verður í Gundadalshøllini, Høllin á Hálsi og Hoyvíkshøllini. Roknað er við omanfyri 900 luttakarum og spældir verða umleið 475 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald