2014-10-07 20:44
Fagraberg siglir inn við sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir hava 1.350 tons.
Fagraberg verður á Kollafirði um 22-tíðina í kvøld, teir sleppa framat at landa beinanvegin.
Í gjár og mánadagin landaðu Asbjørn Senior og Slættaberg í Kollafirði, teir høvdu góð 500 tons í part.
Eisini hevur ein grønlendskur trolari landa frystan makrel í Kollafirði.
Sí myndirnar niðanfyri, sum Frits Joensen tók mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald