2015-03-19 14:38
Nú sæst at sólarmyrkingin skjótt er fyri framman, í morgun eru tvey stór ferðamannaskip komin á Havnina.
Talan er um Saga Sapphire, sum er 200 metrar langt og 18 metrar breitt, hitt skipið ið er komi á Havnina er Voyager, sum er 153 metrar langt og 21 metrar breitt. Umframt tey liggja eisini Norröna og Smyril.
Eisini er eitt ferðamannaskip komið á Runavíkar Havn í morgun, talan er um Black Watch, sum er 206 metrar langt og 26 metrar breitt.
Marco Polo er í skrivandi stund á veg inná Kollafjørð, Marco Polo er 177 metrar langt og 24 metrar breitt. Umframt Marco Polo, liggur Princess Seaways eisini við kei á Singabø, Princess Seaways er 161 metrar langt og 28 metrar breitt sambært marinetraffic.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald