Vinna

Fiskavørur til ES ígjøgnum Bretland

...

2021-01-08 17:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HFS vil heita á føroyskar útflytarar at kanna krøvini fyri innflutningi av fiskavørum í móttakaralandinum í ES. 


gg-ikon.png

Transit av fiskavøru
Transit av fiskavøru er tá vøra fer úr einum ES øki ígjøgnum eitt 3.land (sum ikki er eitt ES øki) og síðani inn aftur í ES øki. Dømi um hetta er tá fiskur fer úr Føroyum til Bretland og haðani víðari til Frankaríki.

Føroyar hava samhandilsavtalu við ES um fiskavørur og eru tí eitt ES øki.

 

Brexit hevur eisini viðført broytingar av fiskavøru, sum skulu til ES ígjøgnum Bretland eisini kallað transit. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan vil heita á føroyskar útflytarar at kanna krøvini fyri innflutningi í móttakaralandinum í ES, áðrenn fiskavøra verður send avstað úr Føroyum. Her kunnu vera krøv um heilsuváttan og segling av vøru, áðrenn fiskavøran fer úr Føroyum.

Meira kunning um hetta er á slóð her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder