2021-11-22 08:47
METING FYRI VIKU 47, 2021
Línuskip. Tvey línuskip er til fiskarí. Tað eina landar mánadagin, hitt er nýliga byrja túr og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Trý frystilínuskipin eru til fiskarí, eitt er við Ísland og tvey við Føroyar
??tróður: Streymurin er hampuligur. Veðri verður umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann mitt ella síðst í vikuni.
Partrolarar: Sjey pør eru til fiskarí. Seks fiska upsa og so nakað av hjáveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald