2021-11-15 08:50
Samandráttur.
Línuskip. Bara eitt línuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest tosk og hýsu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Helst fer okkurt línuskip út tá veðrið batnar. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
??tróður: Streymurin er hampuligur. Veðri verður umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann fyrst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald