2021-01-25 09:43
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Línuskip: Trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey landa helst øll í vikuni. Skipini fiska mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, tvey undir Íslandi og hini undir Føroyum
??tróður: Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar út á vikuna og veðri verður ikki av tí besta. Tí er ikki vantandi at tað verður so nógvur útróður. Bátarnir fáa nógv mest av hýsu og so tosk.
Djúpvatnstrolarar: Ein er til fiskarí, møguliga fer onkur út í vikuskiftinum.
Partrolarar:Fimm pør eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald