2021-09-27 08:26
Samandráttur.
Línuskip. Tveir fiska mest av longu og brosmu og koma helst at landa síðst í vikuni. Ein línubátur kemur inn at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Hann hevur mest hýsu og tosk. Hann hevur mest hýsu og longu. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
??tróður: Streymurin verður harður og veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður. Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald