Samandráttur:Línuskip: Fimm línuskip eru undir Íslandi, tvey sum frysta og trý sum ísa fiskin. Eitt kemur inn fyrst í vikuni, meðan hini landa ikki fyrr eftir páskir. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av kongafiski og upsa.Undir Føroyum er eisni fleiri línuskip. Tey fáa mest av toski og hýsu. So eru 2-3 skip sum fiska mest av brosmu og longu. Onkur kemur inn fyrst í vikuni, meðan fleir landa eftir páskir.
??tróður. Bæði streymur og veðri er tilvildar, so vit vantað nakað av útróðri. Bátarnir fáa so at siga bara tosk fyri tíðina.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska mest av svartkalva, landa helst fyrst í vikuni. Ein fer vantandi út í næstum, eisini at fiska svartkalva, men landa neyvan áðrenn páskir. Tveir fara helst út um vikuskiftið at fiska upsa. Tveir aðrir fiska eisini svartkalva, men frysta umborð.
Partrolarar: Partrolarnir landa fyrst í vikuni. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Teir fáa lítið av hvítum fiski fyri tíðina. Onkrir eru farnir at rigga til gulllaksaveiðu.
Trolbátar: Tað eru 3 trolbátar til fiskarí. Allir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu. Ein hevur tó eisini nakað av havtasku. Vit vantað at tveir koma at landa mánadagin. Um tann triðji landar áðrenn páskir er ikki avgjørt enn. Møguliga fer onkur trolbátur út, tá ein kassinorðanfyri opnar 1 apríl.
Garnaskip: Tað eru 2 garnaskip á svartkalvaveiðu. Fiskaríið er smáligt. Bæði landa árenn páskir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald