Vinna

Fiskamarknaðurin: Meting fyri viku 52

...

2020-12-19 09:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Línuskip: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað kemur at landa mánadagin. Tað hevur mest av toski og so nakað av svartkalva og hýsu. ??ll hini liggja við bryggju og fara ikki avstað aftur fyri jól. Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, men vantandi koma øll inn fyri jól.

??tróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, men vit rokna ikki við nógvum útróðri, tí at vit koma inn í jólavikuna og fleiri keyparir eru givnir at keypa inn til jóla.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk. Teir koma at landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder