2014-09-25 20:56
Kommunustýrið í Vága kommunu samtykti á fundi tann 24/09-2014 at broyta heiti frá bygdaráð til býráð.
Í §4 stk. 1 í Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri við seinni broytingum stendur m.a.: "Kommunustýri verðurnevnt bygda(r)ráð, tó kunna kommunustýri í kommunum við 1500 íbúgvum ellafleiri nevna seg býráð."
Nú fólkatalið í Vága kommunu nærkast teimum 2000,hevur kommunustýrið tikið avgerð um at broyta heitið til býráð, tað skrivar býráðið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald